cropped-photo_2022-02-10_15-43-53.jpg

Privatlívspolitikkur

SJÓGÆTI hevur dátuábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

 

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:

Sjógæti Sp/f
Norðskálavegur 41
460 Norðskáli
Føroyar

V-tal: 568805

Tel.   +298 23 16 01

hm@sjogati.fo

—————————————————————————————————————————-

Viðgerð av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult og møguliga ógjørligt at varðveita og halda møguligar avtalur við teg.

 

Møguligir kundar

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur
 

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: Heimilað áhugamál sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

  • Heimilaða áhugamálið hjá felagnum, sum er at veita tær/virkinum hjá tær eina tænastu, ger tað neyðugt, at vit viðgera hesar persónupplýsingar um teg. Felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta. Hesar upplýsingar eru oftast innsamlaðar á messum ella øðrum líknandi tiltøkum ella samrøðum osv. 

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur. 

  • Upplýsingar um møguligar kundar strikast 3 ár eftir at seinasta samskifti var, ella um kundin biður um tað.
 

Kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur

Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði. 
 

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur
 

Persónupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini
 
Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um veitaran strikast 5 ár eftir at seinasta samskifti var, kundin biður um tað ella tá ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin.
 

Starvsumsóknir/umsøkjarar

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at  svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er: Heimilað áhugamál sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi:  Heimilaðu áhugamál. Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina.

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl slettað. Um ynski er at goyma umsóknina og fylgiskjøl, skal felagið hava samtykki til hetta.

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verður avgjørt um umsóknin skal goymast, so skjótt sum hon er móttikin. Um niðurstøðan er, at hon skal goymast, verður biðið um samtykki frá umsøkjaranum at goyma umsóknina, annars verður noktandi svar sent, og umsóknin slettað beinanvegin.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

—————————————————————————————————————————-

Aðrar upplýsingar um viðgerð

Trygd

Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðar, almannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði, nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina.   Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið dátutrygdarreglurnar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlógina § 7

  • Dátuflutningurin er tryggur og goymslan av persónupplýsingunum er trygg, firewall er installerað og anti malware er á teldunum. 
  • Backup verður tikið av útvaldum skipanum, og mannagongdir er fyri at endurstovna dátaði.
  • Atgongd til persónupplýsingar er bygt á brúkara-ID og persónligt loyniorð vm.
 

Eftirlit við vakmyndatóli

Sum partur av trygdarfyriskipanini hjá SJÓGÆTI er eftirlit við vakmyndatólum. Har, sum fyritøkan nýtir vakmyndatól verður tað væl lýst (skeltað). Endamálið er at verja ognir felagsins ímóti skaða, og vit nýta heimildina: Heimilað áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Vit strika upptøkurnar frá vakmyndatólinum í seinasta lagi 30 dagar eftir upptøkurnar, um tað ikki av einari ella aðrari orsøk er neyðugt fyri fyritøkuna at goyma upptøkurnar longri, í sambandi við eina ávísa trætu ella líknandi.

SJÓGÆTI tryggjar til eina og hvørja tíð, at brúkið av vakmyndatólunum er gjørt í sambandi við ásetingarnar í lógini.

 

Dataminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónupplýsingum, sum eru neyðugar í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av upplýsingum, er neyðug at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónupplýsingum, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.

 

Dagførdar upplýsingar

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara upplýsingar eru rættar og dagførdar, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum persónupplýsingum. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tínar persónupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at upplýsingarnar ikki eru rættar, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

 

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av upplýsingum, herímillum veitarar av kt-loysnum, myndugleikum sum TAKS, og bankar, grannskoðara osv. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í onkrum førum verða dáta víðarigivið til sakførarar, inkasso, bankar flutningsfeløg osv.

Vit brúka dataviðgerðir úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd. 

SJÓGÆTI hevur eina Facebook síðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Facebook her

SJÓGÆTI hevur eisini eina Instagram síðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Instagram her

 

Tíni rættindi

  • Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg, hvar tær koma frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, og fáa at vita, hvør fær upplýsingar um teg, í tann mun vit víðarigeva upplýsingarnar í Føroyum og uttanlands.
  • Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
  • Um tú heldur, at persónupplýsingarnar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg,  at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
  • Í summum førum, hava vit skyldu at sletta tína persónupplýsingar. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tínar upplýsingar ikki longur eru neyðugar í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tær til, so kanst tú biðja um at fáa tær slettaðar. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.
  • Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (dat.fo)

Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

  • Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva tínar upplýsingar til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimildað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónupplýsingum.
  • Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera
  • Vit strika tínar persónupplýsingar, tá tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vóru samlaði til.

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tínar persónupplýsingar, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta upplýsingarnar so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum.

—————————————————————————————————————————-

Privatlívspolitikkurin er dagførdur 06. februar 2024

Sjógæti við Norðskála

Norðskálavegur 41
460 Norðskála
Tel.:     (+298) 42 26 00
V-tal:   568805
T-post:
sjogati@sjogati.fo
T-post: bokhald@sjogati.fo

Fylg okkum

Sjógæti Sølubúðin

Sjógæti Fisk&Kips bilarnir

Sjógæti Fiskabilurin

Sjógæti á Instagram

© 2024 Sjógæti, all rights reserved

EN