UM SJÓGÆTI

 

2005 – 2007

Frá 2005 og fram til decembur 2006 starvaðust Jóhannus M. Olsen og Hans Marius í Byrgi saman við Frimar, har teir pakkaðu ferskan fisk og koyrdu saman í einum fiskabili og leveraðu vørur runt alt Føroyar.

Í 2007 lukkaði Frimar, og eftir hetta stovnaðu Hans Marius og Jóhannes felagið Sjógæti.

 

2008

Sjógæti leigar tey gomlu hølini hjá Frimar og Hans Marius og Jóhannus eru einastu starvsfólkini. Teir pakkað eitt sindur av ferskum fiskið til eksport og annars gera teir fiskafars og fiskafrikadellur til tann føroyska marknaðin.

 

2009

Hans Marius og Jóhannus keypa bygningin sum teir higartil hava leiga. Meðan bygningurin verður gjørdur í stand, starvast teir hjá Tervan. Í 2009 flyta teir aftur til teirra egna virkið við Norðskála.

 

2010 – 2011

Framleiðslan av flaki og øðrum ferskum fiski fer í gongd. Teir pakkað og senda fiskavørur til handlar runt um í Føroyum. Í 2011 byrja teir at fáa fleiri fiskasløg og tvey nýggj starvsfólk verða sett í starv hjá Sjógæti, so nú vóru tey 4 fólk á virkinum.

 

2012

Virkið veksur enn meira og Sjógæti byrjar at selja fisk á ymsum økjum runt um í Føroyum. Fyrst í Tórshavn, men so á Vágoynni og síðani í Suðuroy.

 

2012 – 2015

Virkið økjur um vørusamansetingina og tey fáa nógv arbeiði. í 2014 fara tey undir ein tilbygning, sum stóð liðugur í 2015. Sjógæti kann nú roykja fisk í egnum roykiovni og hevur fingið eitt nýtt laksarúm og eitt størri køli/frystirúm og kann soleiðis framleiða enn meira fiskavøru.

 

2017 – 2018

Framleiðslan af royktum vørum veksur enn meira og útførðslan økist somuleiðis. Tvey fólk aftrat vóru sett i starv, samstundis sum teir nú eisini seta  ein bilførara í fulltíðarstarv.

Í 2017 byrjar Sjógæti at selja Fisk & Kips útvið (takeaway) frá teirra nýggja Fisk & Kips bili.

Í oktobur 2018 fær Sjógæti eina uppsjóðar kvotu uppá 1.000 tons av makreli og 500 tons av sild yvir eitt 4 ára tíðarskeið.

 

2019

Arbeiði við uppsjóðarkvotuni viðførdi at tað var neyðugt við enn einum virki. Sjógæti keypti tí eitt virki á Eiði, og á summri í 2019 fóru umvælingar í gongd. í byrjanini er eitt fiskiskip knýtt at virkinum á Eiði, men við endan av 2019 tekur virkið á Eiði ímóti fiski frá 8 skipum.

 

2020

Nýggjur roykiovnur og ymsar maskinur, so sum flakamaskinur og stikslatere, verða tiknar í brúk í nýggja virkinum á Eiði. Búðningarrúm, kølirúm og reinsirúm bleiv bygt og ein samarbeiðsavtala var gjørd við landingarmiðstøðina á Toftum, har tey eisini reinsa og pakkað fisk til Sjógæti.

Útførðslan vaksur støðugt, og í 2020 bleiv útført umleið 2.000 tons av fiski. 25 fiskiførð eru nú knýtt at Sjógæti og enn ein Fisk & Kips bilur bleiv keyptur.

 

2021

Árið byrjar godt við góðum veðrið og góðum áfongið. Í apríl 2021 eru tað umleið 50 fiskifør sum eru knýtt at Sjógæti. Virkið økir nú um søluna við nýggjari webshop og tað gerst soleiðis enn lættari fyri øll at keypa fiskavørur frá Sjógæti.

Sjógæti við Norðskála

Norðskálavegur 41
460 Norðskála
Tel.:     (+298) 42 26 00
V-tal:   568805
T-post:
sjogati@sjogati.fo
T-post: bokhald@sjogati.fo

Fylg okkum

Sjógæti Sølubúðin

Sjógæti Fisk&Kips bilarnir

Sjógæti Fiskabilurin

Sjógæti á Instagram

© 2024 Sjógæti, all rights reserved

EN