Nýggj vøra í handlunum kring Føroyar

Sjógæti kalvasalat laksasalat rækjusalat

Hug til okkurt lekkurt? Finn okkum í handlunum kring landi

Jákup hevur diska upp við NÝGGJUM, leskiligum salatum, ið eru komnar út í handlarnar kring landi. 

Royn okkara vælkendu ‘KalvaSalat’, okkara heittroyktu ‘LaksaSalat’ og okkara spildurnýggju ‘RækjuSalat’. 

*. Allar innihalda 150 g av vøru.

Njótið framúrskarandi sjógætisvørur, úr hægstu góðsku og smakki.

Vørurnar eru at fáa í Miklagarði, FK í Hoyvík, Á handilin við sundsvegin, Á handilin við landavegin, Á handilin í Vestmanna, Á handilin við Norðskála og í Á handilinum í Fuglafirði.

Vit síggjast til eina betri máltíð frá Sjógæti.

Bílegg feskan fisk frá Fiskabilinum hjá Sjógæti

Bílegg ÚTKOYRING av feskum vørum til dyrnar

Ynskir tú feska vøru til hurðina?

Tað hevur aldrin verið so lætt og ómakaleyst at fáa tínar fesku sjógætis-vøru til dyrnar. Sum nakað nýtt, koyra vit vøruna beint til tína hurð. Í koyriætlanini sæst hvar vit eru hvønn dag í vikuni. Tað einasta tú skal gera, er at bíleggja dagin fyri, áðrenn kl. 15.00 á telefon ella á t-post og síðani verður vøran koyrd til hurðina.

Ring og bílegg tína fiskavøru frá okkum á tlf. 231600, ella á t-post sjogati@sjogati.fo

Sí koyriætlanina hjá fiskabilinum við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Sí meira á Facebook síðuni hjá fiskabilinum HER

Vit levera til alt Føroya land

Sjógæti hevur tveir
Fisk&Kips bilar, sum koyra runt í landinum

Kom og royn okkara vælsmakkandi Fisk&Kips ella Fiskaburgara. Vit eru dagligt úti við okkara bilum runt um í landinum, har tú kanst royna okkara framúrskarandi mat.

Sjógæti Fisk&Kips bilarnir selja eisini dygdargóðar vørður úr sjónum, so sum kalvasalat, laks, hýsuflak, toskaflak og mangt, mangt annað á staðnum.

Sí koyriætlan við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Sí meira á Facebook síðuni hjá Fisk&Kips bilunum HER 

Vitja Sjógæti - Sølubúðina við Norðskála

Sjógæti – Sølubúðin við Norðskála, fekst og gott til tín

Ynskir tú vøru úr okkara ‘Sjógæti – Sølubúð við Norðskála’ ella ‘Sjógæti – Fiskabilum’? Bílegg vøruna frá sølubúðini við Norðskála og heinta tykkara bílegging á staðnum ella í okkara Fiskabili kring landi.

Sjógæti – Sølubúðin við Norðskála, hevur opið hvønn gerandisdag frá kl. 11.00 til kl. 17.30. Vit eru at hitta á Norðskálavegur 41, við Norðskála.

Fiskabilurin hjá okkum koyrir runt um í landinum við vøru hvønn gerandisdag. Ring til okkum á tlf. 231600 ella send okkum ein teldupost og bílegg tína vøru frá okkum á sjogati@sjogati.fo 

Sí meira á Facebook síðuni hjá sølubúðini HER

Um okkum

Okkara søga byrjaði soleiðis

Sjógæti hevur nógvar royndir innan fiskaarbeiði, felagið bleiv stovna í 2007 og er vaksi støðugt við árinum. Tey seinastu árini er virksemi vaksi so mikið nógv, at fyritøkan hevur flutt seg frá at vera ein lítil familju fyritøka, til eitt framkomið virkið við nógvum starvsfólkum. Í dag kenna flestu føroyingar handilsvørurnar frá Sjógæti. Á heysti 2018 fekk fyritøkan størstu avbjóðingina higartil. Tá fekk felagið játtað menningarkvotur frá Fiskimálaráðnum, og fekk tilluta bæði sild og makrel. Sjógæti hevur tætt samstarv við feløgini P/F Palli hjá Mariannu og P/F North Pelagic í samband við ymiskar verkætlanir. Nýggja virkið virkar baði sum landingarmiðstøð og víðari virkan av ymiskum føroyskum tilfeingið.  

Vit eru Sjógæti

Her eru vit

Sjógæti við Norðskála

Norðskálavegur 41, 
460 Norðskáli
Tel.:     (+298) 23 16 00
V-tal:   568805
T-post:
sjogati@sjogati.fo
T-post: bokhald@sjogati.fo 

Fylg okkum á sosialum miðlum

Sjógæti – Sølubúðin við Norðskála

Sjógæti – Fisk&Kips bilarnir

Sjógæti – Fiskabilurin

Sjógæti á Instagram

Sjógæti á LinkedIn

Sjógæti á YouTube 

© Sjógæti, all rights reserved

EN